Thomas Michael Smith 70 ár

Mánadagin 24. apríl fylti Thomas Michael Smith málarameistari í Havn 70 ár.

Thomas Michael er ættaður úr Vági sum næstelstur av teimum 11 børnunum hjá  Mariu, f. Strøm, sum var ættað úr Trongisvági, og William Smith úr Vági.
Systkini eru: John (sáli), Thomas Michael, Jens Erik (sáli), Heri (sáli), Ruth, Marjun, Marita, William, Sonne, Josefina og Hanna Maria.
 
Smith familjan er kend fyri síni listarligu evnir bæði innan tónleik og málningalistina og ikki at gloyma málarayrkið. Thomas Michael bregðar ikki burtur úr ætt. Hann hevur verið í málarayrkinum síðan hann var 14 ára gamal, tá hann fór í læru sum málari hjá pápanum, og síðan hevur hann arbeitt sum málarameistari. Eitt skifti rak hann málinga- og tapethandilin Ælabogan í Havn fyri donsku málingafyritøkuna Sadolin & Holmblad.
 
Hann er kendur sum ein góður handverkari. Hann hevur sett lit á fleiri kirkjur kring landið og er ein av teimum heilt fáu, sum dugir at æðramála. Eisini er hann spesialistur í at prýða kirkjurnar við blaðgulli.
 
Í 2002 gav hann út bókina Málarasøgur, sum er ein áhugaverd bók um málarameistarar og málarayrkið sum heild. Tann sum lesur bókina leggur skjótt til merkis, at høvundurin veit havt hann skrivar um og er ein spesialistur á økinum.   
Í mong ár var hann faklærari hjá málaralærlingunum á Tekniska skúla.
 
Thomas Michael er eisini kendur frá tónleikabólkinu Ad Libitum, har hann spælir mandolin.
 
Eitt av frítíðarítrivunum hjá Thomas Michael er gamlar motorsúkklur. Hann er limur í Føroya Ellisakførum og hevur tvær motorsúkklur, eina BSA frá 1947 og eina Honda frá 1982. Hann er við í øllum treffum hjá felagnum. 
 
Thomas Michael er giftur Hervør, f. Wang, úr Havn. Tey eiga børnini Magnus og Anniku. Eisini eigur hann abbadøturnar Miu og Fíu.