Stjórin í Smyril Line, Thomas Magnussen, hevur sett fram ynski um at leggja starvið frá sær, og nevndin í reiðarínum hevur eftirlíkað ynskinum. Nevnd og stjóri eru ikki longur á einum máli um, hvussu felagið skal rekast frameftir, og tí er semja um, at stjórin leggur frá sær
Stjórnarskifti verður í Smyril Line í næstum. Tað er greitt, eftir at stjórin seinnu árini, Thomas Magnussen, í samráð við nevndina hevur tikið avgerð um at leggja starvið frá sær.
Orsøkin er í stuttum, at nevnd og stjórn ikki longur eru samd um leistin, felagið skal rekast eftir komandi árini.
- Tað er harmiligt, at henda støðan er íkomin, sigur Andras Róin, nevndarformaður, sum upplýsir, at nýggjur stjóri verður settur í næstum.
Gongdin hjá Smyril Line er sera positiv. Felagið hevur vent einari óhepnari fíggjarligari gongd, og útlitini eru nú bjartari enn valla nakrantíð áður.
- Fráfarandi stjórin eigur sín stóra part av betraða úrslitinum, staðfestir Andras Róin, nevndarformaður.
Thomas Magnussen hevur verið stjóri í Smyril Line síðani 1. desember 2005. Frammanundan var hann nevndarformaður í felagnum.