Thomas er settur í starvið hjá Magnusi

Hann arbeiddi sum kommunulæknaavloysari í Klaksvík eitt hálvt ár í 2014 og hevur síðan arbeitt sum kommunulækni í Tønder í Suðurjútlandi.

Thomas Berthou tekur við starvinum í Norðoya læknadømi eftir summarfrítíðina í 2022.

Heilsutrygd hevur sett Thomas Berthou í starv sum kommunulækni í Norðoya læknadømi.

 

Hann er settur í starvið, sum Magnus Magnussen røkti í mong ár. 

 

Thomas Berthou nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2007, og hann fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2014.

 

- Hann arbeiddi sum kommunulæknaavloysari í Klaksvík eitt hálvt ár í 2014 og hevur síðan arbeitt sum kommunulækni í Tønder í Suðurjútlandi.

 

Í Klaksvíkar kommunu vita tey at siga, at Thomas Berthou tekur við starvinum eftir summarfrítíðina í 2022.

 

- Tá verða tríggjar fastar læknaviðtalur á læknamiðstøðini í Klaksvík, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Thomas Berthou tekur við starvinum í Norðoya læknadømi eftir summarfrítíðina í 2022.