Thomas Juul er ættaður úr Havn og er sonur Ellu og Arkibal Askham. Eg fekk tilknýti til hetta heim, av tí at eldri bróður Thomasar, Andrias, og eg á ungdómsárum gingu í Guds húsið saman, og høvdu vit tískil nógv saman bæði andaliga og tímiliga. Hetta var ein rík tíð.
Tað vildi so til, at hetta vinarlagið fekk ein enda á hesi jørð. Harrin Jesus tók Andrias, mín góða ungdómsvin, heim til sín bert 19 ára gamlan. Hetta var Askham familjuni ein tungur løstur og stór sorg; men tey gjørdu tað, ið rætt var; tey leitaðu sær til Jesus, ið gav teimum troyst og frið. Henda familjan varð síðani ein drívmegi í Guds samkomu.
Nú, tá Andrias ikki var millum okkum meira, knýttist eitt tætt vinarlag millum Askham familjuna og meg, og var Thomas Juul sterka liðið í hesari ketu knýtt av sjálvum Jesusi.
Thomas Juul hevur góð evnir at stíla fyri og gera alt so livandi, tá ið fólk koma saman, og hesa gávu hevur Jesus givið honum. Hesin serstaki eginleiki kom serliga til sjóndar fyrst í 70 árunum, tá ið tann sterka andaliga vekingin undir heitinum ,,Kristus er svarið” fór fram. Hetta man vera ein tann størsta andaliga vekingin, ið hevur vitjað her á Føroya landi í okkara tíð.
Tað størsta andaliga frambrotið, ið eg minnist saman Thomas Juul, var einaferð, tá vit báðir vóru á ferð saman í Klaksvík, har eitt hugskot varð borið fram um at keypa eitt tjald at samla alt Guds fólk í. Tað gekk ikki meira enn fimm minuttir, so varð avgjørt, at tjaldið skuldi keypast, og at Thomas Juul við sínum undirsáttum skuldi standa fyri hesum arbeiði. Samkoman í Kollafirði við Adrian á Homrum á odda stuðlaði hesum tiltaki fult út, og kom teltið at standa við Leynavatn, á jørðini ið bóndin í Homrum eigur. Seinni varð tjaldið flutt til Gøtueið, har tað varð skift út við eitt størri tjald við betri hentleikum.
Hetta stóra andaliga arbeiðið við Thomas Juul á odda vardi í mong ár, og í hesum árum kundu vit av sonnum siga, at Jesus vitjaði sítt fólk.
Ja nógv eru vit, sum minnast tey ríku árini, vit fingu við krossins fót fyri bæði likam sál og anda.
Til seinast eitt lítið brot úr einum av møtunum, sum vit høvdu á Gøtueiði. Tað var sunnudagur, og vit høvdu møti klokkan 16. Sólin skein av tí allarfagrasta, og tað var so heitt inni í tjaldinum, at ein hevði lyndi at sovna. Eg sat saman við konu míni og yngsta soninum. Hesin yngsti sonur mín helt nógv av Thomasi Juul. Henda umrødda sunnudag var eingin Thomas í tjaldinum, og var løtan av tí sama heldur tung. Men við eitt kemur Thomas fram eftir gólvinum í tjaldinum og trínur upp á pallin. Tá hann trein upp á pallin, var tað sum at eitt frískt lot fór gjøgnum tjaldið, og lítli sonur mín raknaði við aftur, og varð løtan nú meira løtt. Eg kundi hildið áfram at komið við líknandi dømum.
Mín góði vinur Thomas, av tínum mongu dygdum skal eg her nevna nakrar. Títt trúfesti mótvegis tínum vinum og brøðrum er stórt, og vísir tú hetta við bæði orðum og gerðum. Ofta verður tosað um ymisk amboð, ið eru við til at gera arbeiðið lættari. Eitt av hesum amboðum er lyftan, og hevur tú eginleikar líkir hesari lyftu. Um ein hevur tungt at bera, ert tú altíð klárur við einum lívgevandi orði, ið lyftir ein uppaftur og ger at vegurin verður lættari at ganga.
Trúfasti vinur mín, Thomas, ikki kann eg lata vera við at hugsa um støðini í Øksnagerði og Varðabú, tá ið vit tríggir sótu og hugnaðu okkum við kaffi og greyti og lurtaðu eftir fyrilestri frá stjóranum í Øksnagerði. Soleiðis kundi eg hildi áfram, men læt meg til seinast takka tær fyri allar teir kristiligu fundirnar, ið vit báðir so glaðir ferðaðust runt um alt Føroya land og boðaðu orð Guds til frelsu. Eg vóni, at vit kunnu siga sum Guds maðurin í skriftini sigur í Josva 14.11, so at Jesus kann senda okkum út við gleðiboðskapinum og vinna sálir fyri himmalin. Ja, eg trúgvi, góði Thomas Juul, at báðir eru samdir við sangaranum, ið sigur soleiðis: ja, sig honum takk, mín sál honum lova sum fyri meg drakk ta skálina beisku, av vreiðini full! Tí ei varð eg keyptur við silvur og gull, nei blóðið sum niður av krossinum fleyt, tað leinkjurnar sleit.
Mín tunga skal nú tær veita ta æru, áh Jesus at tú ert eina mín frelsa, mín skjøldur mín sól mín borg og mín klettur, mín verja mítt skjól! Tú bjargaði vrakinum áðrenn tað sakk – Eg sigi tær takk.
Enn einaferð hjartaliga tillukku ynskir øll familjan í Varðabú 30. Vit síggjast.
Vinur tín Hjalgrim