Thomas ikki til Rhodos

Thomas Rasmussen, sum vann gull á seinastu Oyggjaleikum, verður ikki við í ferðalagnum, sum fer til Rhodos í summar. Sjónvarpið visti í gjárkvøldið at siga, at útbúgvingin hjá Thomas rúgvar somikið nógv í gerandisdegnum, at hann ikki hevur møguleika at venja á nóg høgum støði komandi tíðina.