Danski guitarleikarin, Thomas Grue, andaðist 19. September. Serliga kendur var hann fyri samstarv sítt við Kim Larsen. Mong minnast hann óivað frá fyrstu konsertini, sum Kim Larsen hevði í Føroyum. Hetta var í Læraraskúlahøllini, óivað síðast í sjeytiárunum, og Larsen og Grue vóru eina á palli. Grue spældi guitar og fóttrummu.
Gaffa veit at siga, at 58 ára gamli Thomas Grue varð funnin í íbúð síni á Amager.
Grue var við á fyrstu soloútgávuni hjá Kim Larsen, ?Værsgo? frá 1973, og var við fram til Forklædt Som Voksen í 1986. Grue var eisini fyrsti guitarleikarin í bólkinum Bellami hjá Kim Larsen.
Grue spældi við nógvum kendum tónleikarum, serliga í sjeytiárunum, og var týðandi partur av tónleikaumhvørvinum á Christianshavn í Keypmannahavn.
Grue spældi millum onnur saman við Lone Kellermann, Stig Møller, Niels ?Pind? Pedersen, Skousen & Ingemann, C.V. Jørgensen, Frede Fup, Snold, Swing Jørgens Rytmecirkus, Røde Mor, Troels Trier, Leif Sylvester, Bjarne Liller, Clausen og Petersen, Jomfru Ane Band, Niels Skousen og Dione Band.