Bert nøkur fá hugarensl nú tað stundar til jólahátíðina, og at tú var tikin burtur aftan á stutta sjúkralegu.
Meðan alt tað vakra á foldum spíraði, fjaraði títt mangan baldruta, og av okkum, sum stóðu tær nær og vistu um tína lívslagnu, lív burtur.
Men hetta lívið hevði eisini lært teg at vera nøgdan við tann krossin, sum tú hevði fingið at bera her niðri.
Staddur langt heimani frá og jólini eru fyri framman, renna mær mangar løtur í huga saman við tær, eitt nú tá ið jólini komu, hevði tú sjálvur syrgt fyri, at hvør einasti av "tínum" ikki var gloymdur.
Góði Elias! tú elskaði lívið og var so ómetaligur glaður fyri tað. Tú lærdi okkum nógv, tá tú við tínum smíli og nøgdsemi var ímillum okkum.
Tú hevði glett teg til at halda 75- ára føðingardegin í august mánað, men hann, sum tú hevði givið lív títt í hond, vildi tað øðrvísi og við vissuni um, at hann gjørdi tað íð best var, fór tú óræddur inn um deyðans gátt.
Ja, fyri okkum, sum vóru um teg ta seinastu løtuna, kendist tað, sum tað stendur skrivað um Lazarus hjá Lukkas kap. 16. ørindi 20, "hann varð av Einglum Guds borin í fang Abrahams."
Hósdagin 16. juni í fagrasta summarveðri vart tú lagdur til hvíldar í eina myrka grøv, men sum Frelsari okkara reis úr grøvini páskamorgun, verður likam títt ikki liggjandi í grøvini, men skal rísa upp til æviga sælu.
Góði Elias! takk fyri at vit lærdu teg at kenna, og alt tú gav okkum og ikki minst at virða tað sum í mannaeygum mangan tykist lítisvert.
Jólini eru fyri framman; eitt pláss verður tómt við borðið, har tú plagdi at sita við tínum glaða og vinsama smíli. Vit sakna teg nógv.
Hvíl í friði.
Umborð á Ennibergi undan jólum 2005.
Hans Vilhelm