18. desember verður ein stór jólakonsert í Høllini á Hálsi við Thomas Eje, Lene Siel og ensku Blake
Five Star Entertainment, sum áður hevur staðið fyri stórum konsertum, skipar nú fyri jólashow við Thomas Eje, Lene Siel og ensku Blake
Jólashowið verður í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið 18. desember.
Thomas Eje er stutt sagt eitt multitalent. Tey flestu kenna hann frá Linje 3 og Thomas Eje Show, og tað verður eisini í hesum stílinum, at Thomas Eje fer á pall í Høllini á Hálsi.
Lene Siel er ein av teimum stóru donsku sangarinnunum og telist eisini millum mest seljandi kunstnarar í Danmark, bæði tá umræður fløgur og atgongumerkir til konsertir. Jólakonsertir við Lene Siel er í donskum konsertsalum og kirkjum ein týðandi partur, tá tann serligi jólahugnin skal skapast.
Blake er eitt av teimum nýggju bretsku boy-bandunum. Blake vann í 2008 The Year Award at the Classical BRIT?s. Og tá teir við sínari blanding av klassiskum tónleiki og poppi struku til topps á ensku hitlistunum, gjørdist teir skjótt fólkaogn. Sangurin ?Swing Lowe? varð eisini valdur sum almenni slagsangurin hjá enska rugby-landsliðinum til HM í rugby í ár.
Saman við Thomas Eje, Lene Siel og Blake fer eitt 7 manna stórt orkestur, undir leiðslu av kapelmeistara Elo ?Luffe? Lindhardsen, atstanda fyri undirhaldinum á jólashowinum hjá Five Star.










