Thomas Bjørn mátti lúta

Danski golfspælarin Thomas Bjørn hevur staðið seg væl í europeiskum kappingum í ár, og hann lá væl fyri í Scottish Open, sum hevur verið spæld seinastu dagarnar. Undan seinasta leikdegnum lá Thomas Bjørn á odda, men hann hevði ein vánaligan seinasta dag, og datt av oddaplássinum. Í staðin var tað sviin Johan Edfors, sum fór fram í oddin og vann kappingina. Thomas Bjørn endaði á triðja plássi saman við fleiri øðrum spælarum.