Thisted: Vit vænta okkum nógv

Daniel Johansen hevur skift til Thisted FC og venjarin hevur stórar vónir til føroyska spælaran

Fyrr í summar skrivaði In.fo, at Daniel Johansen fór at skifta aftur til danskan fótbólt, eftir at hann kom heim fyri tíð frá FC Fredericia. Hann spældi nakrar dystir fyri HB í summar, men hevur nú skift til Thisted FC. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í dag.

 

- Daniel er ein spælari, sum vit vænta okkum nógv av. Hann hevur altjóða royndir og hevur spælt landsdystir. Hann er eisini í einum góðum aldri til at hjálpa okkara ungu spælarum. Hann hevur nakrar spennandi menningarmøguleikar og eitt framúr vinstra bein, sigur Daniel Kristensen, venjari hjá Thisted FC, og leggur afturat:

 

- Tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit hava ein væl samansettan hóp av ungum og eldri spælarum. Sum ein av teimum eldru kann hann geva liðnum nógv, sigur venjarin, Daniel Kristensen.

 

Daniel Johansen er 25 ára gamal og hevur spælt fýra A-landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur spælt næstan 200 dystir fyri besta mansliðið hjá HB.

 

- Eg havi spælt leingi í føroysku kappingini og vil gjarna menna meg og royna at spæla uttanlands. Eg síggi tað sum ein góðan kjans at koma til Thisted. Vit hava ein góðan venjara og eg føli, at Thisted er rætta staðið at menna meg, sigur Daniel Johansen í viðtalu við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Daniel Johansen skal nú kappast við ein fyrrverandi liðfelaga í HB, Hørð Askham. Miðverjin hevur skift til AB Gladaxe, sum eins og Thisted FC spælir í triðbestu deildini í Danmark.