Daniel Johansen og Heini Fossdalsá vóru við frá byrjan, og John Frederiksen slapp ikki á vøllin, tá Thisted á heimavølli leikti javnleik 3-3 móti gamla føroyingaliðnum, Fremad Amager í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tá 28 minuttir vóru leiktir sá einki út hjá Thisted, tí tá var Fremad Amager á odda 2-0. Millum 48. og 75. minutt vendi Thisted 0-2 til eina 3-2 leiðslu. Men best sum sigurskósin var sett javnaði Fremad Amager til 3-3, og so mátti Thisted taka til takkar við einum stigi.
Thisted endaði á aftasta plássinum í grundspælinum við 17 stigum, men teir fáa møguleikan í 10 dystum í niðara grundspælinum at bjarga plássinum í deildini.
Javnleikurin hjá Thisted móti Fremad Amager bjargaði liðnum hjá Hørði H. Askham, AB plássinum í ovara grundspælinum.
AB tapti í dag 1-3 fyri Middelfart á heimavølli. Middelfart var á odda 3-0 í steðginum.
AB endaði á sætta plássinum í grundspælinum, og teir sleppa akkurát við í ovara grundspælið. Fremad Amager endaði á sjeynda plássinum við 23 stigum. Hevði Fremad Amager vunnið á Thisted í dag høvdu teir farið framum AB á stigatalvuni.
Hørður H. Askham fekk bara fimm minuttir á vøllinum fyri AB í dag. Hann er einasti A-landsliðsleikarin AB hevur, so tað er rættiliga margháttligt, at spælitíðin hjá Hørði er so skerd fyri tíðina.
Esbjerg er fremst við 59 stigum, og teir flyta við stórari vissu upp í næstbestu deildina. Roskilde er nummar tvey við 44 stigum. Esbjerg hevur 18 stig niður til triðfremsta liðið, Aarhus Fremad, so tað hevði verið aldarinnar sensasjón um Esbjerg ikki flutti upp í næstbestu deildina.