Thisted tapti í fyrsta dystinum uttan Heina

Heini Fossdalsá Sørensen var ikki við, tá Thisted var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

Tað hevur gingist væl hjá Heina Fossdalsá Sørensen í Thisted í triðbestu donsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Í trimum teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið hevur Heini fingið fulla spælitíð. 

 

Í teimum trimum dystunum eydnaðist Thisted at vinna tveir dystir og spæla ein javnleik.

 

Í dag var Heini uttanfyri við skaða, tá Thisted spældi móti Helsingør á útivølli, og í dag var fyrsta tapið hjá Thisted veruleiki.

 

Helsingør vann dystin á Helsingør Stadion 2-0 við einum máli í hvørjum hálvleiki.

 

Thisted er fjórðfremst í deildini við sjey stigum fyri fýra dystir.

 

Heini vónar at byrja at venja aftur í komandi viku.

 

Sunnudagin 1. september tekur Thisted móti Næstved á heimavølli.