07 Vestur hevur í dag gjørt sáttmála við danskan áleypara, sum fyrr hevur verið toppskjútti í Thisted.
Navnið á nýggja leikaranum er Søren Nielsen, sum er 25 ára gamal.
Í samrøðu við bold.dk, sigur Søren Nielsen, at hann velur at skifta til Føroyar, av tí at aðrir áleyparar í Thisted standa frammanfyri hann í rekkjuni.
- Eg havi altíð roynt at hildið høvdið høgt, men tað kemur eisini eitt tíðspunkt, har man hevur brúk fyri øðrum enn bara at venja. Tí havi eg valt at skriva ein eitt ára sáttmála við 07 Vestur.
Og sambært heimasíðuni hjá Thisted, hevur nýggi 07 Vestur áleyparin fingið eina flúgvandi byrjan í Føroyum, har hann skoraði hattrick í fyrsta venjingardystinum.