Sjónbandabrot: Thierry Henry dugur enn. Tað prógvaði hann í dysti fyri New York Red Bulls, tá hann sendi eitt hornaspark beinleiðis í mál.
Tað var heldur ikki av tilvild, at bólturin dalaði á handari stongina og í mál. Ongin dekkaði stongina og Thierry Henry ger øllum greitt, at tað var meiningin, sum hann gjørdi.
Tað var í dystinum móti Columbus Crew, at fyrrverandi Arsenal og Barcelona leikari í evstu løtu sló sigurin fastan til 3-1 við beinleiðis hornasparki.
Undir greinini ber til at síggja málið.