07 Vestur hevði av álvara brynjað seg til komandi kappingarárið í Effodeildini, og hevur skrivað undir sáttmálar við útlendingarnar Ken Fagerberg, Petter Bjørlund og Thiago Borges Pinto.
Nú er tað tó liðugt hjá eina teirra, longu áðrenn tað av álvara er byrjað. Sáttmálin við Thiago Borges Pinto er nevniliga strikaður. Tað váttar formaðurin í 07 Vestur, Jim Sonni Guttesen, fyri in.fo í kvøld.
Hann hevur ongar viðmerkingar til hví felagið hevur valt at siga Thiago Borges Pinto úr sáttmálanum, men sum in.fo skilir, so er talan ikki um ítróttarligar orsøkir.
Sambært keldum hjá Miðlahúsinum, so hevur málið um Thiago Borges Pinto skapt rok í nevndini hjá 07 Vestur, og sannlíkt fer ein partur av nevndini at takka fyri seg á eykaaðalfundinum 5. februar.
Tað er ikki óhugsandi, at 28 ára gamli brasilianarin heldur fram í Føroyum, tí í kvøld hevur hann nevniliga vant við HB, sum leitar eftir leikarum, ið kunnu hjálpa teimum ávegis stóra málsetningum um FM.









