Kanningarstovan Thetis er í løtuni í ferð við at seta upp koronukanningarstovu í Klaksvík.
Regin W. Dalsgaard, sum er ein av eigarunum í Thetis, sigur fyri in.fo, at hølini skulu líka koma upp á pláss, men væntandi er kanningarstovan klár um ein tíma ella tveir.
Regin W. Dalsgaard sigur, at kanningarstovan verður við KÍ høllina, har Thetis hevur framt kanningar fyrr.
– Vit hava við góðum samstarvi við borgarstjóran fingið høli til vega, og vit fara beinanvegin í gongd, skrivar Regin W. Dalsgaard.
In.fo skrivaði fyrr í dag, at bíðirøðin til koronukanningar í Klaksvík er í dag størri, enn hon hevur verið síðan útbrotið eftir ólavsøku.
– Tað er tørvur á kanningum. Har eru nøkur virkir og nakrir bátar, sum hevur akuttan tørv á kanningum, og tí vilja vit gjarna hjálpa til, sigur Regin W. Dalsgaard, sum kortini leggur aftrat, at kanningarstøðin er eisini opin fyri almenninginum.
Regin W. Dalsgaard veit ikki, hvussu nógvar kanningar Thetis væntar at gera í dag, tí at hugskotið at seta upp kanningarstøð er ikki meira enn ein hálvan tíma gamal, men um tørvur er á tí, hevur kanningarstovan opið alt vikuskiftið.