Í gjár kom fram, at ein korona-tilburður var staðfestur í Skúvoy, og at skúvoyingar í hesum sambandi kendu seg ótryggan. Tí tað er trupult hjá øllum útoyggjafólkunum at skula fara allan vegin til Havnar fyri at kanna seg fyri korona.
Men hetta verður broytt nú. Tí nú fer Thetis út til Skúvoyar at gera korona-kanningar, og tað er ókeypis. Hetta skrivar Útoyggjafelagið í dag.
– Hetta er eitt gott og sera átrokandi tiltak, ið skuvoyingar eru takksamir fyri, sigur Útoyggjafelagið.
Útoyggjafelagið ætlar, at tyrlan eisini skal kunna veita somu tænastu til aðrar útoyggjar í Føroyum.
– Tryggleiki í smáu utoyggja samfeløgunum er altavgerandi, og tí verður arbeitt við at fáa hesa tænastu til allar útoyggjar, siugr Útoyggjafelagið.