22 milliónir í vinningsbýti: Spunnu gull upp á koronu

Kanningarstøðin Thetis hevði 23 milliónir krónur í yvirskoti í fjør – sum næstan allar eru farnar út aftur í vinningsbýti til partaeigararnar

Marita Debes Magnussen, stjóri, og Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður. Tey bæði eiga Sp/F Thetis. Hon privat og hann gjøgnum felag sítt, Sp/F Humin

Tað vísir roknskapurin hjá Thetis, sum er kunngjørdur á vinnuvitan.biz í dag.

Eigararnir hava av sonnum spunnið gull av virkseminum hjá kanningarstovuni Thetis, tí av stóra yvirskotinum hava tey goldið 22 milliónir krónur í vinningsbýti til teir báðar partaeigararnar, Maritu Debes Magnussen og felagið hjá Regini W. Dalsgaard, Humin.

Hóast bruttovinningurin er vaksin úr 17 milliónum upp í 37 milliónir, so er starvsfólkakostnaðurin lækkaður úr góðum 9 milliónum krónum niður í 8,6 milliónir.

Skatturin av úrslitinum er 5 milliónir krónur.

Eginognin hjá Sp/F Thetis er nú 3 milliónir krónur í mun til 2,3 milliónir árið fyri.

Men tað er tí, at ein stórur partur av ársúrslitinum er goldin út í vinningsbýtið til teir báðar partaeigararnar sum hava fingið 22 milliónir krónur í vinningsbýti fyri 2021.

 

 

Marita Debes Magnussen, stjóri, og Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður. Tey bæði eiga Sp/F Thetis. Hon privat og hann gjøgnum felag sítt, Sp/F Humin