Í dag er Vinnudagur í Norðurlandahúsinum, sum Vinnuhúsið skipar fyri.
Tað var formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bogi Jacobsen, sum beyð vælkomin klokkan 13.
Síðan setti Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis-og vinnumálum, Vinnudagin 2021.
Nú seinnapartin hevur norðmaðurin Kjell Bjordal hildið forvitnisligan fyrilestur.
Hann er fyrrverandi samtaksstjóri í Ewos-gruppen og Glamox-gruppen, og nú er Kjell formaður í Nordlaks-samtakinum og Norges Forskningsråd HAV.
Nú klokkan 14 er Vinnuátakið 2021, sum eisini er ein partur av Vinnudegnum, kosið og kunngjørt.
Heiðurin verður latin virki, persóni - ella átaki - sum hevur gagnað framburði í Føroyum.
Dómsnevndin hevur gjørt av, at Thetis í ár fær heiðurin sum Vinnuátakið 2021. Seinni fara vit á In.fo at endurgeva grundgevingarnar fyri at lata heiðurin.
Vinnudagurin hevur eisini veitt Debesi Christiansen á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ein serstakan heiður fyri sítt arbeiði.
Seinnaparturin í Norðurlandahúsinum heldur fram við fyrilestrum, kjaki og framførslu til klokkan 17.05, tá Ársins Virki 2021 verður kosið.
##med2##