Theresa nýggjur leiðari Kunningarstovuni í Havn

Tað verður Therese Kreutzmann, sum tek­ur við sum leiðari á Kunn­ing­ar­stov­uni í Havn, nú Ingigerð á Trøðni, sum hevur verið leiðari har í eitt mann­a­minni leggur frá sær.

Nýggi leiðari tekur við eftir hana tann 1. november.?
Therese Kreutzmann er av Tvøroyri, og hon hevur drúgvar royndir í ferða­vinn­uni.?Tað var longu í 1989, at hon fór í starv hjá Flogfelag Føroya, og síð­ani hevur hon verið í vinnuni.?
Hon hevur rikið egna ferð­a­skriv­stovu, og hesi seinastu árini hev­ur hon verið ferðafólkastjóri á Kunn­ing­ar­stov­uni í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.