Theresa May tapti aftur í Undirhúsinum

Fyri triðju ferð hevur bretska Undirhúsið varkað skilnaðaravtaluna sum Theresa May hevur gjørt við ES

Undirhúsið hevur vrakað brexitavtaluna hjá Theresu May við 344 atkvøðum ímóti og 286 fyri. Tað var úrslitið av atkvøðugreiðsluni fyri løtu síðani.

Úrslitið merkir, at Theresa May, forsætisráðfrú, nú má hava eina ætlan upp á pláss, um hon vil sleppa undan, at Bretland rýkur úr ES um tvær vikur, tann 12. apríl, uttan eina avtalu.

##med2##

Eftir ósiguri er greitt, sigru May, at Undirhúsið mánadagin má umhvusa, hvønn veg tey nú skulu fara.

Udan atkvøðugreiðsluni heitti hon inniliga á tey fólkavaldu um at atkvøða fyri avtaluni.

Forsætisráðfrúan segði atkvøðugreiðsluna vera »seinasta møguleika fyri at tryggja brexit«.Við at atkvøða fyri avtaluni, sleppur landið undan »eini drúgvari seinking, sum møguliga fer at oyðleggja brexit«, segði May.

##med3##

Undirhúsið hevur tvær ferðir fyrr vrakað brexitavtaluna. Men politikararnir hava higartil ikki megnað at funnið semju um aðra loysn.

Í dag skuldi politikararnir so atkvøða um helmingin av skilnaðaravtaluni, sum May og stjórn hennara hava samráðst seg fram til við ES.

##med4##

Tann parturin, sum var til atkvøðugreiðslu, snýr seg um rokningina fyri skilnaðin, rættindi borgaranna, eins og sonevnda bakstopparan, tað vil siga møguleikan fyri at halda markið millum Írland og Bretland opið hóast brexit.

Atkvøðugreiðslan var í dag – sama dag sum ætlanin upprunaliga var, at landið skuldi úr ES.

 

/ritzau/