Theresa May opin fyri at útseta Brexit enn einaferð

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, segði á tíðindafundi í dag, at hon er sinnað til at útseta Brexit enn einaferð. Hon vil gera alt fyri at umganga eitt brexit uttan avtalu hin 12. apríl.

Theresa May er til reiðar at seta seg niður og samráðast við mótstøðumanninum og Labour-oddamanninum Jeremy Corbyn fyri at koma ásamt um eina avtalu, sum kann fáa meiriluta í bretska tjóðartinginum. Theresa May segði á tíðindafundinum, at um hon og Corbyn ikki blivu samd, verða aðrir møguleikar um framtíðarsambandið við ES lagdir fram. 

Forsætisráðharrin leggur dent á, at hon ynskir at fáa hetta yvirstaðið áðrenn 22. mai, sum er evsta mark fyri, nær Bretland kann fara úr ES. Um tað verður seinkað longur enn hetta, krevur tað, at bretar luttaka til komandi ES val.

Skal Brexit seinkast skulu ES-lond góðkenna tað. 10. apríl hittast tey 27 ES-limalondini fyri at kjakast um møguleikarnar fyri enn einari seinking av Brexit.