Nýggi enski forsætisráðharrin hevur veruliga gjørt vart við seg í kjaki í parlamentinum, tá ið hon avgjørd svaraði einum spurningi, sum hennara undanmenn hava sníkt seg undan at svara. Tað var í kjaki um Trident-kjarnorkuvápnaætlanina, at hon fekk spurningin.
- Ert tú til reiðar at seta í verk eitt kjarnorkuálop, sum kann drepa hundraðtúsundtals menn, kvinnur og børn, ljóðaði spurningurin, sum nýggi forsætisráðharrin fekk.
- Ja, svaraði hon uttan at ivast.
Svarið hjá Theresa May er umstrítt, tí fyrrverandi forsætisráðharrar hava ikki viljað svarað so avgjørt upp á spurningin, um teir vóru til reiðar at trýtsta tiltikna ”knøttin”.
Sir Geoffrey Howe, sum var uttanríkisráðharri í 1980’unum, segði fleiri ferðir, at eingin forsætisráðharri skuldi nakrantíð svara spurninginum, um hann var til reiðar at brúka kjarnorkuvápn.
Men ta siðvenjuna hevur Theresa May brotið við sínum svari í dag.