Nú fýra valdømir eru eftir at telja, er greitt, at størsti flokkurin, Konservativi, í mesta lagið kann fáa 319 sessir í parliamentinum. Um tey fáa teir fýra sessirnar, sum eftir eru, so er tað ein afturgongd á 12 sessir.
Labour flokkurin hevur fingið 261 sessir, ið er ein framgongd á 29 sessir.
Liberalu Demokratarnir fingu 12 sessir, ið er ein framgongd á fýra sessir. SNP hevur higartil mist 21 sessir og hevur vunnið 35 sessir. UKIP svann burtur í einki, so at siga, og gekk 11% aftur og misti sín einasta sess í parliamentinum.
Theresa May er undir trýstið, ikki minst frá sínum egnu, men sambært BBC, so fer hon at gera eina roynd at skipa eina stjórn. Mett verður, at talan verður u meina minnilutastjórn við norðurírska sambandsflokkinum, DUP, sum stuðulsflokki.
Tað hevur eisini verið talan um at Jeremy Corbyn skal bjóða Labour fram sum stjórnarflokk, men tað verður mett at verða ósannlíkt. Orsøkin er fyrst og fremst, at tann mest upplagdi stuðulsflokkurin hjá Labour, SNP, fær einans 35 sessir og samanlagt fáa teir báðir undir 300 sessir, ið er færri enn Konservativi flokkurin klárar einsamallur.










