There will never be another tonight

Tað sigur Bryan Adams við Rás2 og lovar stóru áhoyrarafjøldini á Tórsvølli eina rimmar konsert í kvøld. Fyrsti sangurin hjá Bryan Adams á konsertini á Tórsvølli í kvøld verður lívligi rocksangurin There Will Never Be Another Tonight.

 

- Øll konsertkvøld eru nakað serligt fyri meg, og kvøldið í kvøld er einki undantak, segði Bryan Adams, tá ið Rás2 hitti hann beint fyri framførsluna á Tórsvølli.

 

Aftan á konsertina í Føroyum ætlar kanadiska heimsstjørnan at taka sær av løttum í Føroyum í ein dag, áðrenn leiðin verður løgd víðari til næstu konsertina, sum verður í Noregi.

 

Bryan Adams er ein virdur myndamaður, og hann hevur tikið myndatólið við sær til Føroya.