Theodorakis kendi pínslu á egnum kroppi

Kórvitjan: Teir fimmti sangararnir og seks tónleikararnir, sum vitja í Føroyum í hesum døgum, framføra sangir eftir grikkan Mikis Theodorakis. Hann er maður, sum hevur givið fólkinum ljóð og sum undir skiftandi politiskum viðurskiftum hevur kent pínslu á egnum kroppi

Í stuttum kann sigast um Mikis Theodorakis, at hann er virkin tónasmiður, og flest øll kenna sangir hansara. Og at hann enn er á lívi, vita kanska ikki øll.
Theodorakis er føddur á oynni Kios 29/7 í 1925 og er 78 ár.
Hann er klassikst útbúgvin, men valdi at leggja hetta til viks, tí í Grikkalandi hava politisku viðurskiftini ofta verið so, at herurin hevur staðið á odda og fólkið hevur ikki havt tað gott.
Í hesi ásannan gjørdi Theodorakis av, at fólkinum vantaði sangir, ikki symfoniir, og fór hann tí til verka.Hann hevur skrivað fleiri enn 3000 sangir og ásannast má, sum Theodorakis eisini visti, at sangur er sterkt vápn, ið ringt er a verja eg fyri.

Pápin kendi hann ikki
Theodorakis hevur verið á odda, tá tað snýr seg um at berjast fyri mannarættindum og í bardaganum mótvegis órætti.
Á egnum kroppi hevur hann mangan kent pínsluna, ið hevur verið honum fyri orsakað av hansara sannføring. Torturur er honum ikki ókendur og er hann merktur av hesum. Hann hevur skaða í eina eyganum og honum vantar tær. Tvær ferðir hevur hann lisið í bløðunum um um deyða sín. Hann hevur upplivað at ligið á sjúkrahúsi illa bankaður, og pápin kendi hann ikki, tí so illa farin var hann um andlitið.
Sangir hansara hava givið fólkinum ljóð. Teir eru einfaldir og sterkir og hernaðar juntaðin bannaði teimum í síni tíð.
Theodorakis er skald og tónaskald og umframt hevur hann óført tekki fyri góðum skaldskapi. Hann hevur mangan nýtt yrkjarar, sum seinni hava fingið heiðursløn Nobels.
Í bardaga sínum fyri mannarættindum legði hann klassiska tónleikin á hillina. Tá mínir sangir eru fólksins ogn, kann eg aftur skriva klassiskan tónleik, segði Theodorakis í sekstiárunum um sín fólkatónelik.
Nú hann nærskast teimum áttati árunum. er hann aftur farin at skriva klassiskan tónleik, men hann gav fólkinum ljóð, eitt vápn, ið er sterkt og ilt at verja seg fyri og stóri maðurin, hann er nærum tveir metrar høgur, stoð fattur, tá tað lekaði á.