Theodor valdi Kvívík

Theodor Eli Dam Olsen hevur tikið av starvinum sum sóknarprestur í Kvívík. Honum stóð í boði at velja millum at gerast sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi og í Norðstreymoyar prestagjaldi, har hann í báðum støðum varð innstillaður sum nummar eitt.

Men Theodor Eli Dam Olsen, sum hevur starvast sum prestur í Kvívík í tvey ár, valdi at halda fram í Kvívík.

Sostatt skal ein nýggj avgerð fella í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, um hvør skal verða nýggjur prestur har.