Theodor vígdur og innsettur sunnudagin

Við gudstænastuna sunnudagin í Kvívík verður Theodor Olsen bæði vígdur og innsettur sum prestur. Hann er settur sum avloysaraprestur fyri Marjun Bæk, sum hevur fingið farloyvi í tríggjar mánaðir.

Í Norðstreymoyar prestagjaldi eru íalt 8 kirkjur, og kemur Theodor at samstarva við hinar báðar prestarnar í økinum - Ingu Poulsen Dam í Vestmanna og Mogens T. Christensen í Hvalvík.

- Eg eri opin av lyndi, og kann tí samstarva við øll, sigur Theodor Olsen, sum hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn.