Í dag fyllir Theodor Thomassen í Sørvági 106 ár. Hann er soleiðis elsti føroyingur, sum vit vita um.
Metið sum elsta fólk í Føroyum hevði Drikka á Fløtti við Gjógv. Hon varð fødd 2. juli 1875 og doyði 23. november 1980 – 105 ára gomul.
Men hóast Drikka á Fløtti var elsta fólk í Føroyum, so gjørdist Johannes Tauser, sum var ættaður av Eiði, men búði í Helsingør í Danmark, eldri enn hon. Honum restaði góður mánaði at gerast 106, tá hann doyði 15. januar í 2008. Hann varð føddur 23. februar í 1902.
Soleiðis kann staðfestast, at Theodor Thomassen er elsti føroyingur, sum vit vita um nú hann fyllir 106 í dag.
Theodor Thomassen, sum hevur búð hjá dóttrini Elisu, síðani hann fylti 100, hevur tað gott. Sambært Vágaportalinum, sum hevur tosað við dóttrini, so er hann klárur og áhugaður í smafelagnum og lurtar eftir útvarpi hvønn dag.
Dagurin verður hildin heima hjá dóttrini Elisu í Sørvági í dag frá kl 14.
Les eisini:
Theodor Thomassen Sørvágur 95 ár
Theodor: 100 ára gamal útróðrarmaður
Theodor Tomassen fyllir 105 ár í dag










