Theodor skúgvar alt til viks fyri íshokki

Hann er fjeppari hjá finska íshokkilandsliðnum, sum hevur skarað framúr í OL.

Theodor Kapnas, sum vit kanska kenna best sum tónleikatøkning og guitarist í tónleikabólkinum Hamferð, er ein av teimum helst fáu í Føroyum, sum skúgvar alt til viks fyri at síggja OL í Sochi – nærri nágreiniliga finska íshokkilandsliðið, sum hann hevur stuðlað í mong ár.

 

- Eg eri hálvur finni, og íshokki fyllir nógv í Finlandi, so tað hevur altíð havt mín áhuga, sigur Theodor.

 

Finnland er komið í hálvfinaluna, og í morgin á middegi hitta teir grannarnar úr Svøríki, meðan Canada og USA hittast í hinari hálvfinaluni. Í gjár vann Finnland heldur óvæntað 3-1 ímóti russisku vertunum.

 

- Finland hevur spælt væl og hevur akkurát sligið Russland út, sum er eitt bragd. OL er jú í Sochi í Russlandi, og líka sum í Vancouver í 2010 var íshokkigullið tað týdningarmesta heiðursmerkið hjá vertunum. So Russland vóru kanska størstu gullfavorittarnir til hetta OL-endaspælið, sjálvt um Russland ikki hevur imponerað í OL síðani Sovjetsamveldið fall. Finland og Russland eru gamlir rivalar og deila eina grensu, so tað var ein fantastiskur sigur í kvartfinaluni, sigur Theodor.

 

Hann hevur vónir um, at Finnland nú kann fara allan vegin og vinna OL.

 

- Næst á skránni er Svøríki, sum eisini eru gamlir rivalar, og um tað skuldi eydnast at vunnið ímóti Svøríki, so bíða antin Canada (sum Finland tapti ímóti í yvirtíðini í bólkaspælinum) ella USA, sum nokk hevur verið mest imponerandi liðið higartil í OL. So lætt verður tað ikki, og av teimum fýra liðunum, sum eru eftir, er Finland nokk tað mest undirtippaða. Men um vit kunnu vinna á Russlandi, so ber alt til, sigur Theodor Kapnas at enda.

 

Theodor Kapnas hevur ætlanir um at biðja sær um frí, soleiðis at hann kann fylgja hálvfinaluni í morgin og einari møguligari finalu sunnudagin.

 

 

Lesið longri samrøðu við Theodor Kapnas um hansara samband við Finnland og íshokki í Sosialinum mánadagin.