Theodor prædikar á G!

Gudstænastan verður í einum fjósi.

Tað verður hoyvíksprestur Theodor Eli Dam Olsen, ið fer at prædika, tá festivalkirkjan í morgin bjóðar til gudstænastu á G!


Gudstænastan verður hesa ferð hildin í Fjósinum í Syðrugøtu, og umframt eina prædiku frá Theodor Eli Dam Olsen, so fer Jensina Olsen at framføra, meðan lokala kórið Eystanljóð eisini verður til staðar.


Festivalgudstænastan byrjar klokkan 11, og aftaná verður møguligt at fáa kirkjukaffi í hoyggjhúskirkjuni.