Seinni í summar tekur kvívíksprestur Theodor E. D. Olsen við sum orlogsprestur í Føroyum.
Orlogspresturin er prestur hjá verjuni og hjá teimum á donsku verjuskipunum, tá ið hesi eru í Føroyum.
Hann avloysir Meinhard Bjartalíð, sum í fleiri ár hevur røkt hetta starvið. Hann helt tað vera hóskandi at lata ein annan taka yvir, nú støðin í Mjørkadali skal leggjast niður.
Orlogsprestaembætið er eitt danskt starv. Tað vil siga, at danska kirkjan lænir ein føroyskan prest til tær ávísu uppgávurnar.
Jógvan Fríðriksson, bispur sigur, at kirkjan í Føroyum fær ein serligan vinning burtur úr, at ein føroyskur prestur er orlogsprestur, tí orlogspresturin verður skúlaður í at taka sær av fólki eitt nú í sambandi við vanlukkur.