Eins og undanfarnu sunnudagar fer Kringvarpið aftur í dag at senda beinleiðis frá gudstænastu í dómkirkjuni. Eingi fólk vera í kirkju, men til ber at fylgja við í sjónvarpi og útvarpi.
Klokkan 17 sendir sjónvarpið evangeliskan fund úr Betesda í Klaksvík.
Tað eru fleiri kirkjur, missiónshús og fríkirkjur, ið stroyma gudstænastur og møti á netinum, nú fólk ikki kunnu fara í kirkju ella á møti.
Christianskirkjan hevur andakt á teirra facebooksíðu.
Fleiri aðrar kirkjur stroyma nú eisini gudstænastur á netinum. Millum aðrar hava Fríðrikskirkjan og Hósvíkar kirkja lýst við tí. Fyrr í vikuni vóru eisini nakrar kirkjur, ið stroymdu føstugudstænastu.
Tað eru eisini fleiri fríkirkjur, ið stroyma møti, ungdómsmøti ella sunnudagsskúla, millum aðrar Ebenezer, Lívdin, Siloa, Keldan og fleiri onnur.
Nøkur missiónshús stroyma eisini netinum. Millum onnur missiónshúsið Tabor á Toftum, KFUM&K í Klaksvík, meinigheitshúsið í Sandavági, Libanon í Sørvági og Trúboðin.
Á spirar.fo er sunnudagsskúli á netinum.