The Villains aftur omaná

Leygardagin var eitt av teimum mongu Derby-unum í Ongalndi spælt á St. Andrews leikvøllinum í Birmingham. Talan er um “The Second City derby”, og har vann Aston Villa. Juande Ramos vann sær sín fyrsta sigur sum Tottenham venjari og Chelsea taptu stig í oddastríðnum

FÓTBÓLTUR

 

Aðrastaðni spældu Bolton aftur javnt, hesu ferð móti Middlesbrough, steðgur kom í sigursrøðina hjá Blackburn, tá teir taptu í Manchester ímóti United, og Chelsea taptu týdningarmikil stig í kappingini um meistaraheitið, tá teir spældu javnt á heimavølli móti Everton.

 

“The Second City derby”

var fyrsti dysturin leygardagin, og uppgerðin hevði tann væntaða intensitetin og spenningin, eins og ein slík uppgerð er so kend fyri.

Liam Ridgewell var so óheppin at gera sjálvmál móti sínum gamla felagi, og so var Aston Villa á odda, eftir bert 11 minuttir. Men Mikael Forssell javnaði fyri Birmingham, ið sendi Birmin´gham viðhaldsfólkini í sjeynda himmal, tá hann hamraði bóltin við høvdinum í netið til 1-1, við ongum møguleika hjá Scott Carson at bjarga. Tá dysturin tóktist at enda javnt, sníkti Gabriel Agbonlahor seg til eina góða støðu og kundi við høvdinum leggja Aston Villa á odda og á sigurskós.

 

Spurs rakna við

Juande Ramos markeraði sín fyrsta heimadyst á White Heart Lane, við einum tryggum 4-0 sigri móti einum Wigan-liði, ið er uttan venjara í løtuni, aftaná at Chris Hutchings varð fýrdur herfyri.

Jermaine Jenas skoraði tvey av málunum. Tað fyrr eftir sera hegnisligt spæl frá Robbie Keane.

Miðvallarin vísti síðani hvussu kaldur hann kann vera, tá hann sneiddi málmannin og plaseraði bóltin kølið framvið hjálparsleysa Chris Kirkland.

Pínan var ikki liðug fyri Wigan, tí Aaron Lennon skoraði við einum vøkrum fluktara, eftir upplegg frá Dimitar Berbatov, áðrenn hann gjørdist uppleggjari sjálvur, tá hann legði bóltin fyri føturnar á Darren Bent, ið meistarliga rullaði bóltin í netið.

 

Chelsea misti á stokkinum

Tim Cahill var hetjan, tá Everton fóru til London og stjólu sær eitt stig heim við aftur til Liverpool. Hann skoraði í síðsta minutti av dystinum.

Didier Drogba hevði annars lagt vertirnar á odda við høvdinum, eftir horna frá Salomon Kalou. Men The Blues máttu taka til takkar við javnleiki aftaná at Tim Cahill sera hegnisliga fekk javnað við einum saksasparki.

 

Nýggjundi sigurin í ár

Manchester United megnaðu at standa ímóti einum Blackburn liði í góðum stima, tá teir spákaðu sær til ein sigur uppá 2-0.

Cristiano Ronaldo skoraði tvær ferðir og tryggjaði harvið The Red Devils, teirra nýggjunda sigur í hesum kappingarárinum.

Ársins spælari frá síðsta ár, Cristiano Ronaldo skoraði sítt fyrsta mál, eftir at hann var hægstur og fekk stútað bóltin í netið. Seinna málið kom eftir eitt skjótt mótálop, har Carlos Tevez fekk lagt fyri føturnar á sama Ronaldo, ið fekk prikað bóltin innum mállinjuna.

 

Tepur Liverpool sigur

Liverpool høvdu eitt hav av møguleikum og nærum alt spælið, men inn í málið vildi bólturin ikki. Rafael Benitez hevur góðar menn á beinkinum, og tað vísti seg eisini at vera avgerandi fyri úrslitið. Tí tá gott og væl 20 minuttir írestaðu, valdi Benitez, innan eitt stutt tíðarbil at skyfta tríggjar leikarar inn; Ryan Babel, Fernando Torres og Lucas Leiva. Ryan Babel var meira ágangandi enn John Arne Riise hevði verið og legði hetta eyka trýst á Fulham verjuna. Og tá so Fernando Torres kom inn tá 20 minuttir írestaðu gingu 11 minuttir áðrenn Torres, við einum einmansavriki kundi leggja Liverpool á sigurskós. Fýra minuttir seinni kundi Steven Gerrard leggja heimaliðið á odda 2-0 við brotssparki, eftir at Peter Crouch var blivin feldur. 2-0 varð eisini endaliga úrslitið, og Liverpool byrjar at leggja harðari trýst á oddaliðini.

 

---

 

Úrslitini hetta umfarið:

 

Birmingham – Aston Villa 1-2 (Forssell – s.m., Agbonlahor)

Bolton – Newcastle 0-0 (málleyst)

Chelsea – Everton 1-1 (Drogba - Cahill)

Derby – West Ham 0-5 (Bowyer 2, Etherington, s.m., Solano)

Liverpool – Fulham 2-0 (Torres, Gerrard)

Man Utd – Blackburn 2-0 (Cristiano Ronaldo 2)

Portsmouth – Man City 0-0 (málleyst)

Reading – Arsenal (Verður spældur í kvøld)

Sunderland – Newcastle 1-1 (Higginbotham - Milner)

Tottenham – Wigan 4-0 (Jenas 2, Lennon, D.Bent)