Men ein dagin fær Truman brádliga mistanka um at ikki alt er sum tað skal verða. Hann hevur ein løgnan illgruna um, at tað bert er honum fyri at takka, at verðin rundan um hann er sum hon er. Við eitt virkar umheimur hansara at virka løgin - manipuleraður - sum eitt show, sum bert er gjørt fyri hann.
Og Truman hevur meira rætt enn honum líkar at vita. Uttan at vita tað er hann stjørnan í eini sjónvarpsrøð, sum hevur fylgt við lívi hansara allan sólarringin í 30 ár. Øll tey, sum dagliga eru um hann eru bert sjónleikarar.
Tí fer Truman at leira, sum hann ongantíð hevur leitað fyrr - eftir tí persóni, sum hevur "skapt" hann.
Tað er Jim Carrey, sum hevur høvuleiklutin sum Truman, í hesum løgna filmi. Laura Linney leikar "kona" hansara og Ed Harris, sum leikar Christof, sum er maðurin aftanfyri "The Truman Show". Peter Weir hevur gjørt filmin.










