The Telegraph viðmælir Føroyar

Stóra bretska dagblaðið hevur Føroyar millum fremstu ferðamálini, sum blaðið viðmælir sínum lesarum í 2012.

Blaðfólk, sum skriva um ferðir og ferðavinnu á bretska blaðnum The Telegraph, hava í sambandi við ársskiftið givið lesarum hjá blaðnum viðmæli um ferðamál í komandi ári.

Blaðfólkini viðmæla ymisk ferðamál kring heimin, og tá ið tað snýr seg um Europa, eru Føroyar nevndar saman við eitt nú Milano, Fraklandi, Wien og Cadiz.

Blaðið skrivar, at alt fleiri bretar hava fingið áhuga fyri at ferðast í Danmark, eftir at sjónvarpsrøðin Brotsgerðin hevur verið sýnd í bretskum sjónvarpi. Men blaðið heldur, at fólk eins væl kundu leita sær til Føroyar.

The Telegraph skrivar, at tað er eingin trygd fyri hita ella góðum veðri í Føroyum, men stórar náttúruupplivingar bíða í Føroyum.