The Streets á Roskilde

The Streets, Isam B. og Shape of a Broad Minds verða millum bólkarnir, ið fara at framføra á Roskilde festivalinum í ár Mike Skinner, eisini kendur sum The Streets, verður aftur í ár á Roskilde við sínum løttu løgum um gerandis trupulleikar. Hann framførdi eisini á festivalinum bæði í 2003 og í 2006.

 

Mike sló ígjøgnum sum 22 ára gamal við byrjnunarfløguni ?Original Pirate Material? frá 2002. Beinraknu, sarkastisku lýsingarnar og skiftandi skjótleikin blivu eitt vørumerki hjá Mike Skinner, ið skjótt gjørdist víðagitin og gjørdi grime-sjangruna galdandi á altjóða pallinum. Haðani bleiv sangurin ?Has It Come To This?? eitt stórt hitt.

Í 2004 kom ?A Grand Don´t Come For Free? út, og í 2006 ?The Hardest Way To Make An Easy Living?, ið báðar hava fingið góð ummæli.

 

Ein annar, ið eisini verður á festivalinum, er Danski Isam B, ið áður var í bólkinum Outlandish. Hann hevur nú lagt enska, etniska rapp tónleikin frá sær, og er farin yvir til at spæla akustiskan soul tónleik á donskum. Í fjørð gav hann fløguna ?Institution? út, ið greitt vísir eina politiska og moralska tilvitsku.

 

Eisini verða ensku Shape Of Broad Minds at hoyra á stóra festivalinum. Tónleikurin hjá Shape Of Broad Minds er partvíst psykodeliskur hip hop tónleikur, rokkriff, bleytur jazzur og soul. Tveir almennir limir manna bólkin, men umframt at vera frontmaður virkar Jneiro Jarel eisini sum rappari, sangari og instrumentleikari.