Tónleikur
Føroya mest hypaði bólkur seinasta árið, hevur uttan iva verið The Story Ends. Næstan alt í hevur dugt at grulvað í føroyska tónleika umhvørvinum hevur tosað um henda unga bólk, sum tað næsta nýggja stóra navnið á føroyska tónleikapallinum, og skulu vit døma eftir debutini hjá bólkinum á 15 teimum bestu, so er okkurt um hypið, Lagi Dancing Around Honululu kemur beint inn á 2. pláss á listanum.
Einans framúrskarandi endurreisnin hjá Red Hot Chili Peppers, Dani California, stendur í millum ungu rokktónleikararnar og ovastu rók á 15 teimum bestu. Dancing Around Honululu er av fløguni við tí heldur alternativt stavaða navninum Malagrót. Á somu fløgu er Reach Inside hjá Sic, ið er millum eykaløgini hesa vikuna.
Høgni Lisberg, ið leitar sær uppeftir listunum í Íslandi, er harafturímóti á veg niður eftir 15 teimum bestu, aftan á nakrar vikur ovast á listanum er lagið Just Dig, dottið enn nøkur pláss niður á 4. pláss. The Rasmus, ið seinni í ár vitja Summar Festivalin, eru hesa vikuna á 6. plássi við Sail Away. Av føroyskum løgum eru annars bert Droymi mitt um dagin hjá Poppkorn á 13. plássi og Back Yard Traffic hjá Róki á 15. plássi á listanum
15 Tær Bestu
1 Red Hot Chili Peppers Dani California
2 The Story Ends Dancing Around Honululu
3 Black Eyed Peas Pump it
4 Høgni Lisberg Just Dig
5 The Pussycat Dolls Beep
6 The Rasmus Sail Away
7 Pink Stupid Girls
8 Mary J. Blige ft. U2 One
9 Wyclef Jean & Shakira Hips Dont Lie
10 Kent Dom som försvann
11 Rihanna S.O.S. (Rescue Me)
12 Gavin Degraw Just Friends
13 Poppkorn Droymi Mitt Um Dagin
14 Rammstein Mann Gegen Mann
15 Rókur Backyard Traffic
Eykaløg
Keane Is It Any Wonder
Jokeren Godt Taget
Eminem ft. Nate Dogg Shake That
DMC ft. Sarah McLachlan Just Like Me
Sic Reach Inside