The Story Ends hava løg á alnetinum

Mest hypaði føroyski bólkurin seinasta hálva árið er uttan iva The Story Ends. Frá at vera fullkomiliga ókendur, er bólkurin ein bólkur, ið øll nevna, sum spennandi og nýggju vónina innan føroyskan tónleik.

Nú ber til hjá tær at lurta eftir bólkinum á alnetinum og hoyra við egnum oyrum, hvussu góður bólkurin er.
 
Á heimasíðuni myspace.com/storyends  liggja fýra løg við bólkinum. Løgini Were No Politics, Dacing Around..., For My Lover og Block Hood Street, vísa fýra ymiskar síðir av bólkinum. Eingin ivi er um, at hetta er ein bólkur við nógvum potentiali, sum verður spennandi at fylgja.