UMMÆLI
Kim Simonsen
Nú New Oreans er so illa farin, og neyvan kemur at koma fyri seg í nógv ár, var tað ótrúliga deiligt at síggja hendan filmin, ið gongur fyri seg í hesum býi. »Nee O´rleens«, sum tey siga har niðri, er mín »all times favorite« amerikanski býur, Hann hevur sína egnu løgnu søgu, sín egna cajun, suthern comfort, sín patinakenda karibiska og spanska byggistíl.
Býurin hevur nógv nøvn, sum The Big Easy og The Cresent City. Hann liggur mitt í tropiska fuktiga hitanum í einum sumpi. Ein forfallin staður. Býurin er ein miðdepil fyri lívsnjótarar, jassfans og tónleikarar. Her eru fontenir, bakgarðar og franskar caféir, og eitt heilt annað Amerika.
New Orleans hevur øki í vøkrum pastelfarvum, her er ein still tristessa, ið trívist sum fýr-beinini, insektini og ævigu planturnar, ið klintra upp eftir veggun-um. Millum hangandi trøðini, ella grátipílatrøðini og spansku sypressurnar er lætt at finna vakrar senur, ið egna seg til ein film. Í vár kom t. d. filmurin »A Love Song for Bobby Long«, ið er um tveir rithøvundar og um glataðar spælimenn í New Orleans. Filmurin hevur tað til felags við »The Skeleton Key«, at hann brúkar og romantiserar forfallið í New Orleans. Í »A Love Song for Bobby Long«, síggja vit bókmentaprofessaran Bobby Long (John Travolta) og høvundan Lawson Pines (Gabriel Macht) drekka seg í hel, meðan teir skulu eitast at skriva stóru amerikansku skaldsøguna.
Voodoo og hoodoo
Býurin liggur í æviga hitanum, vakur, óruddiligur, farvuríkur og vandamikil. New Orleans er alt í senn og so er hann skýtfullur av gandi og voodoo. Henda trúgv kom via Haiti frá Afrika til býin. Enn er opið hvørt kvøld framman fyri Jacksons Square, har spákonur og alskins svørt magi kann keypast. Líkasum við jassinum, so er tað serliga tey svørtu, ið dyrka hesa trúgv.
Ein annar formur fyri gand, er hoodoo, ið ikki er ein trúgv, men stavar m. a. frá átrúnaðinum hjá upprunafólkinum í USA. Upprunafólkini um hesa leiðina itu Natchezfólkini, men hesi vóru øll týnd longu í 1729.
Alt økið varð fyrst franskt, eitt skifti spanskt og seinni komu anglo-amerikanski innflytarar, afrikanskir trælir og franskir acadiarar, ið vóru rík fólk, ið fluttu frá Frankaríki.
Nú havi eg ikki so nógv skil fyri gandi, voodoo ella hoodoo, men á heimasíðuni sum er gjørd til filmin, er gjørligt at lesa um henda gand. Har voodoo meiri er ein nærum viðurkendur átrúnaður, so er hoodoo reinur gandurin uttan átrúnað. Í filminum er evni hesin gandur.
Bretski leikstjórin Iain Softley, hevur áðrenn gjørt filmar sum »The Wings of the Dove,« (1997), »K-PAX« (2001) og Beatlesfilmin »Backbeat« (1994).
Sjúkrasystir í New Orleans
Filmurin »The Skeleton Keys«, hetta merkir bert »Høvuðslykilin«, er um ungu kvinnuna Caroline (Kate Hudson), sum ein sjúkrarrøktarfrøðingur í New Orleans. Hon arbeiðir við at taka sær av gomlum og doyggjandi fólkum, men er meiri og meiri í døpurhuga tí viðurskiftini á sjúkrahúsunum eru so vánalig. Hetta ger at hon finnir sær eitt annað starv, ið er at taka sær av einum doyggjandi manni, Ben Deveraux (John Hurt), ið býr saman við konuni í einum stórum húsum úti í sumplendinum uttan fyri býin.
Konan Violet (Gena Rowlands - kend frá filmum sum t. d. »Gloria« frá 1980, »A Woman Under Influence« (1974), »Something to Talk About« (1995) og »Night on Earth« (1991)), er ein løgin og strævin gomul kona. Hon gevur Caroline ein av hesum høvuðslyklunum (beinagrindslykil) til øll húsini. Tað gongur ikki long tíð, so hevur hin forvitna Caroline funni fram til eitt hoodoorúm á loftinum, og so eru allir illir andar leysir.
Filmurin er meiri ein trillari og ein spenningsfilmur enn ein ræðufilmur. Í hesum plottinum er sjálv gátan alt, og vit vita sum hyggjarar líka lítið sum Caroline. Persónarnir í filminum er væl gjørdir, serliga eru Kate Hudson og Gena Rowlands dugnaligir sjónleikarar.
»The Skeleton Key« er gott mainstream undirhald, vælgjørdur, men vil kanska ikki so nógv meiri enn at siga frá einari spennandi søgu. Tað sum gevur filminum eina eyka stjørnu, er at Iain Softley dugir at brúka stemningsfulla býin og øki kring New Orleans. Í hesum filminum er tað býurin New Orleans, ið spælir høvuðsleiklutin. Tað er júst hesin býurin, ið skapar eina serliga sálarliga støðu, ið ávirkað av fuktinum og kvælandi hitanum og regninum, ger ein film frá New Orleans til nakað heilt annað enn aðrar filmar.
The Skeleton Key
Leikstjóri: Iain Softley
Leikarar m.a.:
Kate Hudson
Gena Rowlands
John Hurt
USA, 2005,
104 min.
Mál, Enskt og franskt (danskur tekstur).
Atgongumerki í Havnar Bio 70 kr.