Væl umtókti amerikanski hiphopbólkurin The Roots kemur til Danmarkar 23. november at halda eina konsert í Vega.
Í vár gav bólkurin 10. fløguna út og í hesum sambandi kemur bólkurin til Danmarkar sum partur av eini konsertferð.
Danskir lurtarir hava áður havt æruna av at hoyra bólkin í Vega í 2004 og 2006 umframt á Midfyns Festivalinum í 2003.
Seinast bólkurin var í Danmark skrivaði danska tónleikarheimasíðan gaffa.dk um hetta:
- Við konsertini prógvaði The Roots, at teir eru besti hiphop-coverbólkurin í heiminum, men vit hoyrdu tíverri ikki nógv til besta hiphopbólkin í heiminum.