Leygarkvøldið 19. mai undirheldur føroyski kontribólkurin The Reverends á Skarv í Keypmannahavn. Teir fimm, ið manna bólkin búgva allir í Keypmannahavn, og eru serliga kendir úr ymiskum rokkbólkum. Sangari er Niclas Thorsteinsson, Janus Kampman spælir steelguitar, Kristin Nolsøe Bech spælir bass, Jens Virgar Jacobsen spælir á gittar og syngur kór og Rúni Mouritsen situr handan trummurnar.
The Reverends eru í løtuni í ferð við upptøkurnar av fyrstu fløguni hjá bólkinum. Teir spæla egnan kontri og americana tónleik og lániløg frá Johnny Cash, Kris Kristofferson, Allan Jackson, George Strait, Jimmy Buffet og øðrum
Tónleikurin á Skarv leygarkvøldið byrjar um miðnáttarleitið.