Komandi vikuskiftið bjóðar Mentanarhúsið í Fuglafirði til tvær forkunnugur framførslur. Talan er um The Reverends og 200. Føroysku útisetarnir The Reverends góvu fløgu út fyri stuttum, og teir koma nú fyri fyrstu ferð til Føroya at framføra. Fríggjakvøldið framføra teir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Leygarkvøldið bjóðar punk/rokk bólkurin 200 vælkomin í Fuglafirði, tá ið teir trína á pall, og fara at framføra løg sum ?Leoland?, ?Leys teys? og mong onnur.
At hita upp fyri seg hava teir ein forvitnisligan Viktor Kingo. Um hann kann ikki sigast so nógv, tí hann er eitt loyndarmál í sær sjálvum, men tónleikurin hjá honum kann hoyrast á MySpace og Facebook. Og at enda verður eitt DJ Show við DJ Priest.