Stór konsert og dansur við The Reverends verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið, 11.12 The Reverends góvu fløgu út fyri stuttum, og varð hon sera
væl mótikin. Menninir, ið manna bólkin eru allir kendir tónleikarar í Føroyum.
Teir eru Niclas Thorsteinsson (sang), Janus Kampmann (guitar,steel)
Jens V. Jakobsen (guitar), Kristin N. Bech (bass) og Rúni K.
Mouritsen (trummur).
Hettar verður eitt sjálvsamt høvið at hoyra The Reverends, tí at ilt er at vita nær teir verða aftur her á klettinum