The Reds vunnu við fimm, móti The Hatters

Luton vóru bert aftanfyri 1-0 í steðginum, men í øðrum hálvleiki spældu Liverpool seg brølandi inn í fjórða umfar, har antin Swansea, ella non-league liðið, Havant&Waterloowille, koma á vitjan á Anfield.

 

Liverpool fingu hol á, í eykatíðini í fyrsta hálvleiki, tá Ryan Babel skoraði, og beint eftir steðgin skoraði Steven Gerrard til 2-0 í 52. minutti.

Fimm minuttir seinni var aftur mál, og hesaferð var tað finnin, Sami Hyypiä, ið legði Liverpool á odda 3-0.

Gerrard gjørdi tað til 4-0 í 64. minutti, áðrenn hann við langskoti, úr á leið 25 metrum, hamraði bóltin í netið í 72. minutti. Hetta var samstundis triðja málið hjá Gerrard í dystinum, og harvið hansara fyrsta hattrick í hesum kappingarárinum.

 

Fyribils venjarin hjá Bury, Chris Brass fekk góða byrjan uppá sína tíð við róðurið, tá Bury, heldur óvæntað vunnu 2-1 móti Norwich á Gigg Lane. Í fjórða umfari bíða Southampton eftir at fáa Bury á vitjan.

Bury fingu hol á í 18. minutti, eftir katastrofalt samskifti í Norwich verjuni. Hetta dugdi Ben Futcher at at umseta til mál, uttan stórvegis hóvasták.

Bury øktu síðani um leiðsluna í 61. minutti, tá Andy Bishop hegnisliga skoraði til 2-0.

Gamli kenningurin, Dion Dublin minkaði um munin fyri Norwich, seint í dystinum, men ov seint var.

 

Tottenham áleyparin, Robbie Keane skoraði einsamalla málið í dystinum, ið harvið gav Tottenham, ein 1-0 sigur móti Reading á Madejski leikvøllinum í Reading.

Tottenham møta Manchester United á Old Trafford í fjórða umfari.