»The Reds« víðari eftir Inter sigur

Liverpool komu í gjárkvøldið víðari til Champions League fjórðingsfinalurnar, eftir at málið hjá Fernando Torres í næsta hálvleiki, gav teimum ein 1-0 sigur móti einum skerdum Inter liði

»The Reds« - ið saman við Arsenal, Chelsea og Manchester United er komið til tey seinastu átta – fóru inn í dystin í gjárkvøldið, við einari 2-0 leiðslu frá undanfarna dystinum á Anfield, so samtalt var sigurin 3-0 móti Inter, sum, undan dystunum móti Liverpool, í fjølmiðlunum vóru kosnir at vera sterkasta lið í Europa.


Trupul uppgáva

Uppgávan hjá Inter var sera trupul, tá teir skuldu møta væl samanspældu og royndu gestunum, men støðan skuldi gerast enn meira trupul, tá Nicolas Burdisso varð rikin av vølli, fyri sítt næsta gula kort, eftir at hesin var komin ov seint inn í eina talking á miðjum vølli. Kanska eitt sindur tunt, men eftir bókini hóast tað.


Kortið opnaði dyrnar

Reyða kortið til Burdisso fekk automatiskt Inter til at taka fótin av skyndlinum, og loyvdi harvið Liverpool alt meira inn í dystin. Nýfunna offensiva spælið hjá Liverpool gav eisini úrslit í 64. minutti, tá spaniumaðurin Fernando Torres, ótarnaður slapp at snara sær á í brotsteiginum hjá Inter. Eitt innlegg kom úr vinstra borði, ið Torres so tamdi, áðrenn hann skjótt og greitt hamraði eitt lágt skot í netmeskurnar. Málverjin Julio Cesar hevði ongan verðsins møguleika til at bjarga, og so var 26. málið hjá Fernando »El-Niño« Torres veruleiki.


Dystargongdin

Eins og væntað var, byrjaðu Inter sum eitt ódnarveður, og trýstið var ógvuliga stórt. Inter hevði fleiri heilt stórar møguleikar, men stóru heimsstjørnurnar í Inter megnaðu ikki at spæla millum sín. Tað tóktist, sum um at hvør einstakur vildi avgera alt sjálvir, og fleiri ferðir, tá besta loysnin avgjørt hevði verið at spælt bóltin víðari, valdu stóru stjørnurnar at royna seg sjálvir, og uttan eydnu. Liverpool verjuspælið fekk alt meira fótafesti, og byrjaðu so smátt at flyta sermerkta pressið longur fram á vøllin.

Um tað var ov stórt Liverpool press, ella hvat tað var, so byrjaði Inter heilt óvæntað, og sera ólíkt vanligum italienskum verjuspæli, at spæla naivt og beinleiðis vandamikið verjuspæl. Sera undarligt at síggja frá einum liði, ið bert hevur tapt eittans dyst í heimligu kappingini, og sum er kent fyri stabilt, got tog til tíðir harðligt verjuspæl.

Liðini fóru málleys til hálvleiks, og tað hóvaði gestunum úr Onglandi heilt væl.

Bert fýra minuttir eftir steðgin hendi so tað, ið ikki mátti henda fyri heimaliðið. Teir fingu Nicolas Burdisso riknan av vølli, fyri at fáa sítt seinna gula kort, og harvið eisini reytt. Útvísingina fekk hann fyri at koma ov seint inn í eina takling móti Lucas Leiva. Sostatt hevði Inter fingið sítt seinna reyða kort móti Liverpool í fylgjandi dystum. Øðin á heimaáskoðarunum man óivað hava verið øðilig, og munnu teir ivaleyst hava kent seg snýttar onkursvegna. Reyða kortið í fyrsta dystinum fekk Marco Materazzi, somuleiðis fyri tvey gul kort.

Liverpool komu alt meira inn í dystin, og tá Fernanando Torres slapp at standa leysur og skora, so at Liverpool tá førdu 3-0, tá var í veruleikanum avgjørt, og Inter vóru eftir hetta, fullkomuliga tannleysir, mótleysir og útslignir. Vert var at leggja til merkis at allar hesar sokallaðu stóru stjørnurnar hjá Inter, ikki so mikið sum megnaðu at skjóta eitt fríspark innanfyri málstengurnar. Sera vánaligt, og undrunarvert, tá man hugsar um, at hesir eru millum dýrastu leikarar í heiminum.



Í boks:



Liðini, ið mynda fjórðingsfinalurnar í Champions League 2007/2008:


Arsenal

Barcelona

Chelsea

Fenerbahce

Liverpool

Manchester United

Roma

Schalke


Lutakastið um hvør skal møta hvørjum, fer av bakkastokki fríggjadagin, og tað verður alt fyri eitt lagt út á portalin.