The Poet and the Piper  intenst og bergtakandi

- Hetta er ikki ein framførsla, men ein løta at vera saman um, segði Seamus Heaney, tá The poet and the Piper komu á pall í Norðurlandahúsinum mánakvøldið. Og skjótt ráddi eitt huglag, sum áhoyrarnir á ein serligan hátt kendu seg heim í

Tey vóru mong, sum fegnaðust, tá tað frættist, at tað var eydnast fáa írsku Seamus Heaney og Liam O Flynn, The Poet and the Piper, at framføra á Listastevnuni. Teir báðir eru ikki bara úrmælingar á hvør sínum øki; framførslan mánakvøldið var eisini tann einasta teir hava í ár, og løtan í Norðurlandahúsinum livdi í allar mátar upp til væntaninar.

Tilfarið hjá teimum báðum tók støði í írskari og gæliskari mentan og søgu. Og í samspælinum millum pípuleikin hjá O Flynn og yrkingunum hjá Heaney uppstóð eitt heilt serligt huglag, sum áhoyrarnir tóktust kenna seg aftur í. Ella sum Heaney legði út við at siga This is not a show but a sharing  ein løta at vera saman um.

Kveikt samspæl

Løtan byrjaði við, at Liam O Flynn spældi eitt lag, eina tónleikaliga útgávu av eini yrking hjá gæliska høvundanum Anthony Raftery, sum Heaney eisini hevur týtt til enskt. Seinni skrivaði Heaney sjálvur yrkingina The Given Note við íblástri frá tónleikinum og orðunum hjá Raftery. Og soleiðis varð øll framførslan merkt av at vera eitt kveikt samspæl millum tónleik og orð, millum mentanir og fólk tvørturum øldir.

Listarliga vísti løtan eisini, at O Flynn og Heaney í roynd og veru umboða sama mentanarliga umhvørvi bara við hvør sínum ljóðføri  O Flynn við síni uilleann sekkjapípu og Heaney við sínum yrkingum. Eitt nú høvdu báðir hvør sína og kortini somu uppliving av smiðjuni og av bóndanum við hvíslini og bóru hana fram í eini tónleikaligari og eini skaldsligari útgávu.

Seamus Heaney hevur fleiri ferðir sagt, at í hansara eygum er OFlynn ein sannur meistari á sínum ljóðføri. Og aftaná løtuna í Norðurlandahúsinum vistu vit hví. Uttan at fara í tekniskar smálutir er nokk at siga, at írska ulliean sekkjapípan er eitt óvanliga samansett ljóðføri, ið er alt annað enn lætt at spæla uppá. Sermerktu tónarnir treinga inn á ein sera sterkan intensan hátt, sum kveistrar alt annað til viks. Sum Heaney tók til herfyri: Tá tónleikurin frá pípunum heldur uppat, eru oyrað og sinnið friðsæl og opin. Tøgnin er sum moldin, ið er velt og saksað, klár at verða sádd við orðum.

Heaney og Amnesty

Aftaná framførsluna í Norðurlandahúsinum skipaði Amnesty International saman við Rithøvudafelagnum og Fróðskaparsetur Føroya fyri móttøku á gamla Meiarínum. Her greiddi Seamus Heaney frá sínum áralanga listarliga samstarvi við felagsskapin, sum byrjaði í 1985, tá írska deildin hjá Amnesty heitti á hann um at skriva eina yrking til alheims mannarættindaárið. Úrslitið var yrkingin The Republic of Conscience, (Samvitskunnar lýðveldi), og Heaney kendi tað sum ein stóran heiður, tá Art for Amnesty seinni valdi at at brúka heitið á yrkingini til Ambassador of Conscience heiðurslønina, sum Amnesty International letur á hvørjum ári.
Tað var ikki sørt kensluborið at hoyra Heaney greiða frá, hvussu tað kendist at handa fyrstu heiðurslønina til Vaclav Havel, sjónleikaran og samvitskufangan, sum seinni gjørdist forsætisráðharri í sínum egna samvitskulýðveldi.

Forkvinnan í Amnesty International, Føroya deild, Annika Sølvará fegnaðist um hetta serstaka høvið hjá føroyingum at hitta ein av stóru kveikjarnum í mannarættindastríðnum

- Umframt at vera ein ótrúliga spennandi persónur og høvundur, hevur Seamus Heaney havt ómetaliga stóran týdning fyri arbeiðið hjá felagsskapinum. Ikki bara í sambandi við The Ambassador of Conscience heiðurlønina og rættindini, hann hevur latið felagsskapinum til savnið Anything can happen, men eisini í mátanum øll hansara listarliga hugsjón hevur varpað ljós á mannarættindastríðið, sigur Annika.
Aftaná móttøkuna á Meiarínum varð farið uppá á gólv, har yrkjarin og pípuleikarin vóru fúsir at royna seg í dansiringinum.