The New Yorker: USA fyrireikar kjarnorkuálop á Iran

Bush stjórnin í USA hevur sambært amerikanska tíðarritinum The New Yorker, ætlanir um at fremja álop á Iran m.a. við smáum kjarnorkubumbum, fyri at tryggja sær, at Iran ikki framleiðir kjarnorkuvápn.

Kríggj
 
Amerikanski forsetin, George W. Bush og stjórn hansara fyrireikar umfatandi álop á Iran, m.a. við smáum kjarnorkubumbum. Hetta skrivar politiken.dk, blaðið hevur fingið innlit í grein í tíðarritinum The New Yorker, ið verður givið út 17. apríl.
Hesar smáu kjarnorkubumbur eru av slagnum bunker busters, og eru serliga væl egnaðar til at raka smá panseraði annlegg undir jørð. Ætlanin er við áhaldandi bumbuálopum, at fáa iranska fólkið at gera uppreistur og seta stjórnina frá, skrivar blaðið millum annað.
 
Háttvirdur tíðindamaður
Tað er kendi og háttvirdi amerikanski tíðindamaðurin Seymour Hersh, ið hevur skrivað greinina, Hersh gjørdist heimskendur, tá hann avdúkaði amerikanska hópdrápið í My-Lai undir Vietman krígnum. Hann eisini maðurin, ið avdúkaði umfatandi valdsmisnýtsluna í Abu-Graib fongslinum í Irak.
 
Hótta við uppsøgn
Hersh hevur m.a. tosað við ein ráðgeva í Pentagon, ið sigur, at stór mótstøða er í amerikanska herinum móti nýtsluni av kjarnorkuvápnum. Tað skilst, at fleiri herovastar hava hótt við uppsøgn, um Bush stjórnin  ger álvara av ætlanunum.
Hersh skrivar, m.a. í greinini, at George W. Bush sær iranska forsetan Mahmoud Ahmadinejad, sum eina komandi stóra hóttan, og hann verður umrøddur sum Hitler í Bush stjórnini.
 
Kjarnorkuvápn sum mótmæli ímóti kjarnorkuvápnum
Tað, ið ger ætlanirnar enn løgnari er, at orsøkin til, at USA ætlar at loypa á Iran við kjarnorkuvápnum, er, at amerikanska stjórnin óttast, at Iran fer at framleiða kjarnorkuvápn.
Higartil er USA einasta land í heiminum, ið hevur brúkt kjarnorkuvápn í kríggi.