Søgan
Tað mesta av filminum fer fram á Million Dollar hotellinum. Íbúgvarnir eru fyri tað nógva sinnissjúk og taparar av ymsum slag. Izzy, ein ungur maður, sum er sonur ein jødiskan ríkmann, doyr, og ein FBI maður (Mel Gibson) kemur at kanna, hvussu og hvat er hent. Millum annað koma tey fram á nakrar málningar, sum Izzy sigst at skula hava málað. Eftirsum pápi Izzy er ríkur, fær sjónvarpið áhuga í honum, og málningarnir skulu tí framsýnast fyri almenninginum sum nakað heilt serligt. Soleiðis kunnu tey á hotellinum fáa sín lut í stjørnutilveruni.
Høvuðspersónurin, Tom Tom (Jeremy Davies), er ein av teimum mistonktu. Tom Tom er góður við Eloise, men hon trívist best einsamøll. Men tey koma at kennast so við og við, millum annað tí at FBI maðurin fær Eloise at brúka tíð saman við Tom Tom fyri at fáa upplýsingar burturúr honum.
Tom Tom
Ofta tá tú finnur kjarnan í einum tingi, hevur tú mist so nógv annað burtur. Hinvegin kann ein kjarni eisini halda øllum øðrum saman. Tað ger Tom Tom í hesum filminum. Filmurin byrjar og endar við honum, og hinir persónarnir eiga sín part í søguni í mun til hansara. Skal eg gita, so haldi eg, at Tom Tom eigur sínar røtur í Tummillítla og kanska eisini Mysjkin fúrsta í bókini ?Býttlingurin? hjá Dostojevskij. Dostojevskij royndi at skapa tann fullkomiliga góða persónin í Mysjkin og síðani fylgja honum til ytsta mark lívsins. Endin er, at sjálv góðskan er við til at gera hann til ein tragiskan persón. Menniskjan hevur ikki nóg mikið í sær sjálvari.
Dostojevskij ella ikki. Tom Tom er ein naivur og góður drongur, men hann hevur ikki skilt alt so væl. Hann trýr, at sjónvarpið er nakað, og hann letur seg tøla bæði av FBI manninum, Eloise, Izzy og indianaranum, sum letst at vera listamaður. Og tað er trupulleikin: kanska er hann ikki býttur, men bara góður. Kanska hevur hann sæð ígjøgnum øll, men velur alíkavæl at tæna teimum.
Góður, sigandi filmur
Summi hava tann kritikkin, at tað hendir ikki so nógv í filminum, og at hann er so ?snedigur.? Filmurin er ikki sum allir aðrir filmar, og hann er ikki ein actionfilmur og heldur ikki ein komedia, men eg haldi, at hann er meira spennandi enn nógvir actionfilmar og absolutt stuttligari enn flestu komediur.
Millum annað er ein langhardur miðaldrandi maður við skeggi og rundum brillum og fínpussaðari Liverpool dialekt á hotellinum. Hann sigur seg hava skrivað tónleikin hjá Beatles, men eingin hevur nakrantíð trúð honum. Jeremy Davies er einastandandi sum Tom Tom. Tú gerst góður við hann, samstundis sum tað ber illa til at lata vera við at flenna at honum. Sum hann tosar og ber seg at er allan filmin vert.
Universið í filminum er fyri tað mesta hotellið. Stundum síggja vit gøtulívið uttanfyri, og vit fáa at vita um privatlívið hjá FBI manninum. Tey flestu, sum vitja hotellið, halda lítið annað um tey, sum búgva har, enn at tey eru svøk. Uttan tá tey gerast kend, tí kend fólk eru ikki svøk, men kend. Sambandið við útheimin er annars gjøgnum sjónvarp, og tað síggja tey nógv av.
Tað er ikki lætt at siga, um filmurin sigur, at allur heimurin er ein transitthøll fyri sinnissjúk fólk, sum leita eftir undirhaldi, einum vini og kanska eitt sindur av pengum og heiðuri. Ella um hann er um tey veiku í heiminum, sum royna at vera sum tey sterku. Men tað er nakað av hesum, haldi eg, hann er inni á.
Leikstjórin
Wim Wenders hevur gjørt film síðan í 70árunum, og hann er millum annað kendur fyri filmin ?Paris, Texas? frá 1984. Tey, sum kenna U2 væl, renna seg javnan inn í navn hansara. Hann skrivar ikki handrit sjálvur. Fyrr var tað ein annar høvundur, hann arbeiddi saman við. Nicholas Klein, sum nú skrivar handritini, hevur meira dialog og sigst at vera lættari at fata. Men sjálvandi eru mong, sum dáma betur gomlu filmarnar. Tey flestu munnu kenna filmin ?City of Angels? við Nicolas Cage og Meg Ryan. Hann var gjørdur eftir filmunum ?Himmalin yvir Berlin? og ?Far Away, So Close? hjá Wim Wenders. ?Buena Vista Social Club? frá Cuba er vorðin ein heimskendur tónleikabólkur, síðan Wim Wenders í fyrrárið leikstjórnaði filmin við sama navni.
Bono og Wim Wenders eru nær skyldir listarliga, hóast U2 er lættari fyri tey flestu at dáma. Báðir hava ?heimin? við bíbilskari merking sum tema.
Í Far Away, So Close er tað eingilin, sum vil sleppa at vera menniskja og liva tímiliga og sansaliga lívið, men er um at missa sálina.
Í ?Until the End of the World? er tað ferðin kring heimin at finna ting at síggja fyri ta blindu mammuna, sum síðani við hjálp av eini maskinu skal sleppa at síggja tað, sum onnur hava sæð fyri hana. Endin er, at maskinan kann fá dreymarnar á video, og soleiðis glatast øll í sínum egna dreymalívi. Hetta er eisini inni á tí, sum U2 hava gjørt nógv burturúr: sjónvarpið og menniskjað. Tankin er, at sjónvarpið og dagsins tankaleysu inntrykk allastaðni frá distancera okkum frá menniskjum og heiminum kring okkum - og ikki øvut. Hetta temað er við í Million Dollar Hotel.
Til seinast
? Ikki tí at tað gevur filminum so nógv, men fyri summi kann tað vera stuttligt at síggja Bono í leiklutinum sum statistur á einum barrstóli. Filmar hjá Wim Wenders vórðu javnan vístir í Filmsfelagnum í 80?unum og Sjónvarpið hevur víst onkran.