“The Mask” er klárur

Jóan Símun Edmundsson er tøkur til dystin í kvøld

Jóan Símun Edmundsson er tøkur fyri OB, sum í kvøld skal spæla móti Esbjerg í endaspælinum í Superliguni. Hann spældi ikki seinast vegna trupulleikar við nøsini, eftir landsdystin móti Andorra. Nú er maskan klár og tað er toftamaðurin eisini.

 

- Eg venji og eri tøkur til dystin, men tað órógvar eitt sindur at spæla við masku, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Hann fekk ein alboga í landsdystinum móti Andorra og hevur ikki spælt við fulari ferð síðani. Nú hevur hann fingið masku og nú er spurningurin, um hann berur hana eins væl og Jim Carrey í filminum The Mask?